? Byrjanin til eitt nýtt og áhugavert tíðarskeið

-Saman við øllum føroyingum vóni eg, at hesin sáttmáli fer at lata upp fyri einum nýggjum og áhugaverdum tíðarskeiði hjá Føroyum og føroyingum. Vónandi fáa vit eitt hóskandi leitingar- og helst eisini framleiðsluvirksemi á landgrunninum. Somuleiðis vóna vit, at teir virkismøguleikar og teir inntøkumøguleikar, sum slíkt virksemi letur upp fyri, verða væl umsitnir og fara at føra til einar meira sjálvbjargnar Føroyar við tryggum og góðum livikorum fyri tað fólk, her býr segði Anfinn Kallsberg, løgmaður ma. tá marknaavtalan varð undirskrivað í Tinganesi týskvøldið

Tað var hátíðarligur dámur í nýggju hølunum í Skansapakkhúsinum í Tinganesi týskvøldið, tá marknavtalan millum Føroyar/Danmark og Bretland varð undirskrivað. Til steðar vórðu ikki færri enn tveir uttanríkisráðharran, løgmaður, landsstýrismenn, tingmenn, Ríkisumboðið og mong onnur.

Eftir at Anfinn Kallsberg, løgmaður, bretski varauttanríkisráðharrin Tony Lloyd og danski uttanríkisráðharrin, Niels Helveg Petersen, høvdu skrivað undir avtaluna fingu teir tríggir høvi at siga nøkur orð. Anfinn Kallsberg, løgmaður varð fyrstur. Hann segði:

-Sum Føroya løgmaður eri eg fegin um, at eg nú saman við danska uttanríkisráðharranum og bretska varauttanríkisráðharranum havi havt høvið at undirrita sáttmálan um marknaseting á havleiðunum millum Føroyar og Bretland.

Í mong ár hava partarnir samráðst um hetta stríðsevnið, og ikki hevur altíð sæð væl út fyri semju. Men hjá báðum pørtum hevur politiski viljin til at náa til sættis verið størri enn óttin fyri tí veruleika, at neyðugt er at slaka frá sínum upprunakrøvum, um semja skal fáast í lag. Á hesum politiska grundvølli hava køn samráðingarfólk ? føroysk, donsk og bretsk - við ídni, nærlagni, hugflogi ? og ikki minst við toli ? verið før fyri at greiða hesa semju úr hondum.

Eg eri fegin um, at tað bar til at undirrita sáttmálan her - í tí landi, har hann man hava størstan politiskan týdning segði løgmaður og helt fram:

-Vit føroyingar liva fyrst og fremst av havinum og tí, sum í tí livir. Afturat hesum fer nú kanska eisini at bera til at fáa nakað burtur úr tí, sum fjalir seg undir havbotninum.

Her í norðurhøvum hevur havøki líka stóran týdning sum landøki hevur fyri onnur lond.

Vit føroyingar leggja tí líka stóran dent á okkara mark til havs, sum onnur leggja á síni landamørk.

Tí hevur hetta marknamál so ómetaligan politiskan týdning hjá okkum. Og tí hevði heldur ikki borið til at funnið fram til semju, um ikki mótparturin hevði víst, at hann hevði skilt hetta.

Sáttmálin er undirritaður við vanligum fyrivarni um eftirfylgjandi tingsgóðkenning. Eg kann í hesum sambandi siga frá - staddur her í Tinganesi, okkara túsund ára gamla tingstaði - at Føroya løgting í gjár einmælt góðkendi sáttmálan. Eg vóni, at sáttmálin fær eins blíða lagnu í hinum báðum lóggevandi tingunum, ið fáa hann til støðutakan.

Nú semja er fingin í lag, eiga vit at hyggja frameftir.

Búskaparliga kann hesin sáttmáli fáa stóran týdning.

Fiskimenn hjá báðum pørtum hava stundum havt ampa av óvissuni um fiskimarkið. Henda óvissa er nú burtur, og tað eru fiskimenn væl nøgdir við.

Eisini fyri umsiting partanna av havumhvørvinum fær marknasemjan týdning. Nú ber til at siga, hvørjum havøkjum, hvør parturin hevur ábyrgdina av. Samstundis verður latið upp fyri grannasamvinnu á hesum málsøki.


Oljuleiting

Løgmaður vísti á, at semjan um landgrunsmarkið ger, at havbotnurin á tí umstrídda økinum, serliga tí sonevnda hvíta økinum ? meira enn 40.000 fer-kilometrar ? nú kann latast upp fyri oljuleiting. Landsstýrið ætlar at seta sítt fyrsta útbjóðingarumfar í verk til heystar. Hetta kann fáa stóran týdning fyri búskapin hjá báðum pørtum, ikki minst hjá Føroyum, har oljuvinnan enn stendur á byrjunarstigi.

Avtalan hevur reglur um samvinnu partanna millum um møguligar oljufundir, ið røkka tvørtur um mark. Somuleiðis um samskipan millum oljuvinnu og fiskivinnu á tí sonevnda serøkinum, har fiskimark og landgrunsmark ikki fylgjast.

Men eisini um oljuvirksemið yvirhøvur er náttúrligt at hugsa sær at føroyingar hava samvinnu við aðrar, ið hava royndir innan hesa vinnu, harímillum sjálvsagt eisini næstu grannar okkara fyri sunnan segði Anfinn Kallsberg og helt fram:

-Føroyar og Skotland liggja bæði næst við tey øki, ið nú kunnu latast upp fyri leiting, og eru sostatt næst til at kunna njóta gott av tí virksemi, ið væntandi tekur seg upp har. Við hesum sáttmála er ein stórur politiskur meinbogi fyri samvinnu millum Føroya og Bretlands burturbeindur.

Vit liva í dag í broytingartíðum á so mongum økjum.

Saman við øllum føroyingum vóni eg, at hesin sáttmáli fer at lata upp fyri einum nýggjum og áhugaverdum tíðarskeiði hjá Føroyum og føroyingum. Vónandi fáa vit eitt hóskandi leitingar- og helst eisini framleiðsluvirksemi á landgrunninum. Somuleiðis vóna vit, at teir virkismøguleikar og teir inntøkumøguleikar, sum slíkt virksemi letur upp fyri, verða væl umsitnir og fara at føra til einar meira sjálvbjargnar Føroyar við tryggum og góðum livikorum fyri tað fólk, her býr.


Stríðið ikki til fánýtis

Danski uttanríkisráðharrin, Niels Helveg Petersen fegnaðist um, at tað er eydnast at røkka eini semju í marknamálið og hann segði seg eisini vera fegnan um at kunna skriva undir avtaluna vegna donsku stjórnina.

-Tað hava verið drúgvar og torførar samráðingar, men kortini er eydnast at koma til eina semju. Eg haldi, at øll tey, sum hava verið við í hesum samráðingum, eru nøgd við, at alt hetta stríðið ikki hevur verið til fánýtis.

Niels Helveg Petersen takkaði eisini bretsku stjórnini fyri ta stóru orku, sum er løgd í samráðingarnar nú móti endanum. Somuleiðis takkaði hann løgmanni fyri tað góða samarbeiði, sum hevur verið millum landsstýrið og uttanríkisráðið í hesum máli.

-Loksins vil eg eisini takka teimum báðum samráðingarnevndunum fyri tað stóra arbeiði, sum er gjørt, og sjálvandi og ikki minst føroysk-donsku samráðingarnevndini við Árna Olafssyni sum formanni. Eg vóni, at framtíðin fer at vísa, at vit hervið at gjørt eina avtalu, sum verður til gagn fyri øll, sum koma undir avtaluna.


Allir partar nøgdir

Bretski varauttanríkisráðharrin, Tony Lloyd var eisini væl nøgdur við avtaluna og vísti á, at avtalan hevur stóran týdning fyri Føroyar men eisini fyri samvinnuna millum Føroyar og Bretland og eisini millum Bretland og Danmark.

-Eg haldi, at øll trý londini fáa nakað burtur úr hesi avtalu.

Tony Lloyd bar eina serliga heilsan til Anfinn Kallsberg løgmann fyri hansara leiklut í hesum máli.

-Væl vitandi, at hesar samráðingar hava verið í fleiri ár, má eg tó undirstrika, at slík mál krevja eisini politiskan vilja og dirvi fyri at koma til eina endaliga niðurstøðu.

Tony Lloyd fegnaðist um einmæltu undirtøkuna í løgtinginum fyri avtaluni og segði avgjørdur, at henda avtalan fór at verða løgd fyri bretska parlamentið heilt skjótt og kundi hann eisini lova, at hon fór at fáa eina positiva viðgerð. -Eg siga hetta eisini við stuðuli frá mínum starvsbrøðrum og hevur Tony Blair, forsætisráðharri eisini sent persónlig bræv til løgmann, har ger greitt, at vit bretar vilja fáa hesa avtaluna frá hondini sum skjótast..