Byrjanin til nytt tíðarskeið innan føroyska oljuleiting

Atlantic Petroleum hevur undirskrivað eina tydningarmikla avtalu við loyvi 006 bólkin
og Oljufyrisitingina.

Tíðindaskriv

Úrslitið av avtaluni er, at boriskyldurnar frá loyvi 001 og loyvi 003
verða fluttar til loyvi 006. Eisini fara loyvishavararnir í loyvi 001 at gerast partar í loyvi 006,
saman við loyvishavarunum í loyvi 003.

Atlantic Petroleum er sera væl nøgt við avtaluna, sum vit síggja sum verandi til fyrimuns
fyri allar partar. Avtalan merkir, at eitt nytt tíðarskeið innan oljuleiting byrjar á føroyska
landgrunninum. Saman við øðrum arbeiði sum vit fara at luttaka í komandi ár, vil hetta geva
okkum nógv betri vitan um møguleikarnar í økinum, sigur Wilhelm Petersen, stjóri í
Atlantic Petroleum.

Fyri Atlantic Petroleum eru fleiri fyrimunir við nyggja samstarvinum.

Fyri tað fyrsta luttekur Atlantic Petroleum í boringini av leitingarmiðinum Brugdan, sum er
ein sera stórur strukturur undir basaltinum, sum í besta føri kann innihalda stórar nøgdir av
kolvetnum.

Fyri tað næsta vil hesin brunnurin, sum verður fyrsti brunnur, ið verður boraður gjøgnum
føroyska basaltið, geva tydningarmiklar jarðfrøðiligar upplysingar um hvat fjalir seg undir
basaltinum, og betra vitanina um allan tann føroyska landgrunnin. Serliga tydningarmikil
kann hendan vitan gerast fyri arbeiðið hjá Atlantic Petroleum í loyvunum 013 (40%) og 014
(40%), eftirsum at hesi øki eru lík økinum har leitingarmiðið Brugdan er.

Fyri tað triðja hevur tað eydnast Atlantic Petroleum at flyta ta optiónsavtaluna frá loyvi 001
til loyvi 006. Hetta merkir, at Atlantic Petroleum luttekur við bert 0,025% av útreiðslunum
og váðanum, meðan møguleiki er fyri at økja sín lut í loyvinum til 1,2905% um olja verður
funnin við boringini.

At enda letur hendan avtala eisini upp nyggjar hurðar fyri Atlantic Petroleum, við tað at tætt
samstarv verður við enn fleiri feløg. Gjøgnum sítt virksemi í Føroyum og Bretlandi