- Hetta verður eitt heilt serligt høvið, tí hetta verður fyrstu ferð, at Byrta fer at framføra í Sjónleikarhúsinum - einum av bestu pallunum í landinum. Eisini kemur tann herligi Sakaris at hita dansigólvið upp.
Soleiiðs verður sagt í tíðindaskrivi um tiltakið, sum verður í Sjónleikarhúsinum.
- Gorilla Undirgrundin fyriskipar konsertina og hevur stórar ætlanir um at umskapa salin í Sjónleikarhúsinum til ein Byrta-hugaheim. Tey gleða seg at bjóða tykkum til eitt brak av einari konsert!
Tað eru fáir tónleikabólkar, ið hava megnað at bergtikið Føroyar, sum bólkurin Byrta!
Sjálvt um tað eru fleiri enn tíggju ár síðan, at vit fyri fyrstu ferð hoyrdu løg, so sum Loyndarmál og Norðlýsið, eru eyðkendu poppløgini ongantíð steðgaði við at vera í umferð í útvarpinum og heimaballum.
- Popptónleikur á føroyskum var einki nýtt, men føroyskur poppur hevði ongantíð áður ljóðað so altjóðakendur og tíðarleysur, sum poppurin hjá Byrta. Við at levera bangara eftir bangara stoypti Byrta sær eitt fast pláss í føroysku tónleikasøguni og í føroyskum hjørtum.
Seinast, vit sóu Byrta framføra, var á G! 2023, har tey gjørdu sandin til eitt kempi ball. Føroyingar høvdu bíðað, og Byrta leveraði eina stórfingna konsert, sum seint verður gloymd.
- Uni L. Hansen skrivaði soleiðis aftaná konsertina “Um nakar ivaðist í, at Byrta var ársins høvuðsnavn á G! festivalinum, so ivaðist ongin eftir konsertina á sandinum fríggjakvøldið”.
Tað er eingin ivi um, at 24. februar verður eitt ógloymandi kvøld í Sjónleikarahúsinum, tá vit enn einaferð fara at dansa saman við helst Føroya sterkasta poppbólki, Byrta.
Support: Sakaris
Tað kann gera tað sama, um hann syngur um sín strandakropp, ella tá hann ikki leggur til merkis, tá makin hevur pynta seg fyri sær - Sakaris megnar altíð at fáa dansigólvið upp á kók í einum gosbaði av góðum veibum. Hansara fangandi, 80-ára kendu og dansivinarligu synth popp løg, eru altíð á kantinum til at vera kiksaði, uttan at detta út í.
Og vit elska tað.
Sakaris tekur ikki lívið ov seriøst, og dugur at flenna eftir sær sjálvum. Við sínum jaliga gandaposa av stuttleika, fær hann okkum at gloyma lívsins trupulleikar - í øllum førum í eina løtu.
Atgongumerki til konsertina kunnu keypast á: www.atgongumerki.fo, og konstnaður er 295 kr. + avgreiðslugjald.
Soleiðis verður sagt í tíðindaskrivi um tiltakið, sum verður í Sjónleikarhúsinum hin 24. februar.