Byrta fekk G! heiður

Bólkurin Byrta er kosin at vinna ”Væl á veg” heiðurin, sum G! Festivalurin fyri aðru ferð letur saman við Atlantsflogi.

Ein bólkur, sum framførir á G! Festivalinum, verður valdur at fáa hendan heiður, sum hevur við sær, at bólkurin sleppur at spæla á Airwaves festivalinum í Íslandi í heyst.

Stjórin fyri Iceland Airwaves er sjálvur á G! Festivalinum og var við til at peika á Byrta sum bólkin, ið skuldi hava heiðurin hesaferð.

- Byrta hevði eina sera góða framførslu hóskvøldið, og hetta gjørdi, at tey vórðu vald til at fáa ”Væl á veg” heiðurin, sigur Jón Tyril, sum er fyriskipari av G! Festivalinum.

- Eitt av endamálunum við G! Festivalinum hevur frá byrjan verið at fáa útheimin at varnast føroyskan tónleik, og hetta er eitt av fleiri átøkum, vit gera í tí sambandi, sigur Jón Tyril við Rás2.