Byrur og andróður skifta um høv

Samstundis sum útreiðslurnar til almennu tænasturnar eru tvífaldaðar, er innistandandi í lands-bankanum gott og væl trífaldað

Høvuðsendamálið við fíggjarpolitikkinum má verða, at vit fáa ein sjálvberandi búskap, (tað vil her siga uttan blokkstuðul úr danska ríkiskassanum). Og at vit megna at føra eina javna búskapargongd. Ein jøvn búskapargongd vil taka burtur tey ógvusligu sveiggini, sum vit hava verið von við seinastu nógvu ártíggju.
Sjøtil varð settur á hetta í 1998! Eg veit væl, at vit ikki eru komin á mál. Men málið er sett og týðandi tiltøk framd til tess at náa hesum máli.
Til dømis eru settar stórar upphæddir í landsbankan, goldið er niður uppá uttanlandaskuldina og blokkstuðulin skorin við einum triðingi ( við 366 milliónum). Hetta eru alt tiltøk, sum semja ikki hevur verið um í nakrari samgongu undan henni í 1998.
Nógv orka verður frá andstøðufólkum løgd inn fyri at afturvísa hesum, og dagliga lesa vit um ta vánastýring, sum tey meina, at sitandi samgonga rekur.
Magni Laksafoss hevði eina grein í farnu viku um nakað tað sama. Tann teoretiski parturin var rættiliga áhugaverdur. Men tá M.L vísir á tiltøk hjá sitandi samgongu, so "gloymir" hann nokkso týðandi viðurskifti.
Hann skrivar m.a., at samgongan hevur ført ein konjunkturviðgangandi politikk, at "avlopið er minkað niður í null í ár", at "lítið og onki er lagt inn á goymslu" (síðani sitandi samgongu tók við í 1998), "onki avlop er á fíggjarlógini, skuldin er stór og uppsparingin lítil".
Hetta eru ikki smávegis atfinningar. Og serliga ikki frá einum búskaparfrøðingi. Men eg vil tó siga, at inflatión er við at koma í hasi sitatini, tí tey eru dagliga at hoyra ella lesa frá andstøðuni á tingi.
Eg vil kortini her grundgeva fyri, hví hasir pástandir ikki kunnu standa einsamallir, og hvussu virðið í pástandunum minkar, tá ið teir verða settir upp ímóti øðrum atlitum í búskapinum.

almennu tænasturnar
M.L skal hava rætt í, at tað ljóðar øgiligt, at útreiðsluvøksturin til almennu tænasturnar er tvífaldaður (úr einari uppí tvær milliardir seinastu 5 árini).
Men tú kanst ikki bara taka éin faktor úr búskapinum. Tú noyðist at hyggja at heildini. Verður t.d. hugt at, hvat liggur aftan fyri henda útreiðsluvøkstur, sæst, at 600 milliónir av hesi milliard eru farnar til lønarvøkstur.

førdi politikkurin og andstøðan
Tað skal tó sigast, at tað hevur verið ein politiskur kampur uttan líka, at hildið almennu útreiðslunum niðri. Gjørdu vit soleiðis, sum andstøðan hevur lagt upp til ferð eftir ferð, so tók samgongan bara undir við tí ótal av uppskotum um stuðul til vinnuna, um øktar almennar útreiðslur og um minni inntøkur.
Forrestin, so er onki uppskot frá andstøðuni komið um meirinntøkur, ella um minni útreiðslur!
Tað ótrúliga er sjálvandi eisini, at meðan somu flokkar, sum í dag brigsla samgonguni fyri at hava lagt ov lítið til síðis, spottaðu yvirskotið so tað stóð eftir, tann tíð tað var. Tey kallaðu yvirskotið fyri "bringupríðið hjá Karsten Hansen", "alt gott um yvirskot, men tað skal valdast" osfr osfr. Og so var løgtingið dýkt undir við uppskotum frá andstøðuni um øktar almennar útreiðslur.

lønarvøksturin
Og um hildið verður uppá, at lønarvøksturin hevur verið ov stórur, so mugu vit eisini minnast til, at stóri lønarvøksturin er eitt úrslit av tí uppafturbygda samfelagnum, sum gjørdi, at eini 4000 fólk fluttu aftur til landið. Ein rímiliga stórur partur av hesum 4000 fólkunum eru komin heim og eru farin til arbeiðis ? eisini hjá tí almenna. Harvið økist almenni lønarvøksturin sjálvsagt.
Øktu lønarútreiðslurnar eru eisini eitt úrslit av, at lønirnar hjá teimum, sum ikki fluttu av landinum í kreppuni, stóðu antin í stað ella hesi fóru niður í løn. Hetta hava tey so vunnið innaftur hesi seinastu fimm árini, og tí merkist lønarvøksturin ógvusligari, enn hann annars vildi gjørt.

uttanlandaskuld, men positiva eginogn
Samstundis sum útreiðslurnar til almennu tænasturnar eru tvífaldaðar, er innistandandi í landsbankanum gott og væl trífaldað (úr 676 milliónum í mai 1998 uppí 2338 milliónir í apríl í ár).
Sama tíðarskeið er eisini goldið niður uppá uttanlandaskuldina. Hon var 4,5 milliardir, tá ið sitandi samgonga tók við. (Tá er tann privata skuldin, sum tað almenna yvirtók í kreppuni íroknað). Frá juni 1998 til dagin í dag er uttanlandaskuldin hjá føroyingum minkað við 1/2 milliard.
At rinda av uttanlandaskuldini er væl eisini ein uppsparing.
Tá ið tú ert inni á uttanlandaskuldini, er tað eisini av týdningi at nevna ognina. Privatu eiga nemliga meira í útlondum, enn tað almenna skyldar. Við øðrum orðum er útlendska eginognin hjá føroyingum positiv.

blokkstuðulin og oljupengar
Eisini er tað rættiliga mótsigandi at siga, at blokkurin skal verða tryggleikin í okkara búskapi, samstundis sum sagt verður, at vit mugu miðja eftir einum sjálvberandi búskapi.
Tú kanst ikki bæði.
Eisini er tað í andsøgn at siga, at blokkniðurskurðurin heldur átti at verið nýttur til øktar almennar útreiðslur og samstundis siga, at almennu útreiðslurnar eru øktar alt alt ov nógv.
Harafturat er tað eisini naivt at trúgva, at danska stjórnin vil lata okkum blokkstuðul, sum vit ár undan ári seta í landsbankan.
Eisini hevur blokkstuðul-in tíðum verið samanborin við oljupengar. "Er blokkstuðulin avlagandi fyri føroyska búskapin, so vilja oljupengarnir eisini verða tað", verður sagt. Hesar upphæddir hava jú tað til felags, at tað liggur ongin arbeiðsmegi aftanfyri hesar inntøkur.
Men munurin er tó hin avgerandi. Oljupengunum koma vit sjálvi at stýra. Vit kunnu t.d. væl seta allar oljupengarnar í landsbankan ella í grunn, um vit halda tað verða hitt mest gagnliga. (burtursæð frá teimum fyrstu 500 milliónum, sum eru oyramerktar niður í danska statskassan).
Blokkin hinvegin, kunnu vit ikki bara uttan víðari seta í landsbankan, hann er jú ætlaður til nýtslu her á landi. Harnæst er blokkurin eitt gjald frá dønum, fyri at vit lata teimum yvirvaldsrættin yvir land- og sjóøki okkara. Tann dagin vit byrja at tosa um at yvirtaka yvirvaldsrættin, koma greið boð um, at so verður blokkurin tikin frá okkum.
Í so máta eru oljupengarnir ein sunn inntøka, um vit væl at merkja duga at handfara pengarnar. M.a. við at seta teir í grunn, og hava strangar reglur fyri, hvussu pengar kunnu koma úr grunninum.

búskaparlig afturgongd kemur til okkara - eisini útifrá
Tá ið vit royna at stýra búskapi okkara, eru vit bara ein finna í spælinum. Altjóða ávirkan spælir rættiliga aktivan leiklut, og er avgerandi fyri, hvussu vit klára okkum. Okkara leiklutur er so at handfara upp- og niðurgongutúrarnar, sum koma inn á okkum uttanifrá.
Tað eru tekin í sól og mánað, sum vísa, at vit nú kunnu rokna við einari búskaparligari afturgongd. Ì londunum sum vit samhandla við í Europa, í USA, í Japan, og sum hava stóra ávirkan á okkara búskap, eru tekin um afturgongd longu byrja. Tað kemur at ávirka okkum fyrr ella seinni. Tað vita vit. Og tað vistu vit longu fyri 5 árum síðani, at tíðin fór at koma. Tí hava vit lagt til síðis, tí fingu vit eina avtalu um at rinda uttanlandaskuldina niður, og tí miðaðu vit eftir einum blokkstuðulsfríum búskapi.
Tað er væl møguligt, at vit ikki hava nokk innistandandi í landsbankanum til eitt ógvusligt bakkast. Men vit hava so 900 milliónir oman fyri tað lógarásetta, sum er 1,5 mia. (Tvs í alt 2,4 mia) Tá ið vit tóku við í 1998, var talið 900 milliónir niðan fyri tað, sum í dag er lógarásett.
Við øðrum orðum er besti búskaparpolitikkur at miðja eftir eini javnari gongd. Tað er tó ongin trygd fyri at gongdin verður so jøvn, at vit ikki merkja sveiggj. Tað eru jú altíð viðurskifti, sum ongin forútsá.
Men stýringin tey undanfarnu 5 árini hevur tryggjað, at sveiggini verða væl minni í framtíðini, enn tey vildu verið eftir ein konjunkturviðgangandi politikk.