Á fundi herfyri tóku 40 kamping áhugaðir føroyingar stig til at stovna felag. Fundurin, var almennur. Á fundinum varð nevnd vald, og avgjørt varð at kalla inn til stovnandi aðalfund í Eydnuni á Oyrabakka 5. november. Felagið fekk eisini navn: Camping.FO
Í nevndini sita Ivan Skorheim, Arnhold Fjallstein og Thordis Reynstind. Katrin Haraldsen er eykalimur. Tey siga í tíðindaskrivi, at ætlanin er, at tey sum hava kampingvognar kunnu hava hesar við á aðalfundin, parkeringsmøguleikarnir við Eydnuna eru sera góðir.
Eisini ber til at koma fríggjadag og standa til leygardag. WC- og baðimøguleikar eru í Eydnuni.
Tey, ið koma fríggjadag verða biðin um, at siga frá hjá skrivaranum Thordis Reynstind tlf. 722644
Skráin á fundinum er:
Frágreiðing - Ivan Skor-
heim, formaður
Ásetan av limagjaldi
Framløga og samtykt av
viðtøkum felagsins
Ymiskt
Øll kampingáhugaði eru vælkomin á stovnandi aðalfund, skrivar nevndin í Camping.FO.
nud