Carlsberg keypir seg inn í Mikkeller

Stóra danska bryggjaríið hevur keypt ein fimtapart av Mikkeller

Carlsberg hevur keypt 20 prosent av bryggjarínum Mikkeller.

Tað boðar Mikkeller frá í dag.

Orsøkin til hetta er, at Mikkeller ynskir samstarv við Carlsberg fyri at náa longri út við sínum vørum. Bæði bryggjaríini eru donsk.

– Tá ið eg fyri 20 árum síðani halgaði meg til ølbrygging, var málið at geva fólki øl av høgari góðsku. Í nógv ár hava vit megnað at selt gott øl, men vit hava manglað góðar sølurásir, sigur Mikkel Bjergsø, stovnari og stjóri í Mikkeller, sambært Ritzau.

Ætlanin er, at Carlsberg skal hjálpa við hesum.

Mikkel Bjergsø varðveitir meirilutan av partabrøvunum í fyritøkuni og heldur fram sum stjóri.

Mikkeller varð stovnað í 2006.