Badmintonleikararnir eru nú farnir undir kappingarnar í einmansleiki og í tvímansleiki.
Menninir leiktu einmansleik í dag og kvinnurnar tvímansleik, og tað spældi soleiðis av, at systrarnar Brynhild og Rannvá Carlsson spældu seg í finaluna í tvímansleiki.
Tær báðar spældu hálvfinalu móti E. Johnson og Garbott av Guernsey, og tað endaði við, at føroysku kvinnurnar vunnu eina sera spennandi dyst. Triðja settið endaði 21-16 til Føroyar, og tí eru tær í finaluni, sum verður leikt fríggjadagin.
Kristina Eriksen og Sólfríð Hjørleifsdóttir vóru eisini í eldinum í dag, men tær kláraðu ikki at koma víðari.
Hjá monnunum var Niclas Eysturoy tann sum var tættast upp á at røkka hálvfinaluna, men hann tapti triðja sett móti Navarro av Menorca 21-19.
Flóvin Mikkelsen og Rógvi Poulsen vóru eisini í gongd, men teir komu ikki víðari.
Myndatekstur: Føroyar hava eitt par við í finaluni í tvímansleiki hjá kvinnum í badminton
Mynd: Badmintonsamband Føroya