Carmi Gillon áhuga at koma til Føroya

Ísraelski sendiharrin í Danmark, Carmi Gillon, kemur møguliga til Føroya á vitjan eins og sendiharrin, ið sat undan honum

Felagið ?Vinir Ísraels í Føroyum? hevur havt samband við nógv umrødda ísraelska sendiharran í Danmark, Carmi Gillon.
Formaðurin í felagnum, Dánjal Poulsen, væntar, at sendiharrin møguliga fer at leggja leiðina til Føroya.
Enn er eingin almenn innbjóðing send Carmi Gillon, men felagið hevur havt samband við hann, og eingin ivi er um, at hann er hugaður at koma hendavegin.

Rok í Danmark
Mikið rok stóðst, tá Carmi Gillon tók við starvinum í Danmark í september í fjør. Orsøkin var, at hann hevði sagt, at hann tók undir við at leggja trýst á fangar undir avhoyringum.
Hann varð ein einum politikara meldaður til løgregluna, sum tó einki gjørdi við málið.
Carmi Gillon starvaðist í fleiri ár innan GSS (General Security Service), ið eisini er kent sum SHABAK. Hetta er trygdartænastan í Ísrael og hevur anti-yvirgangsvirksemi í fremstu røð. Hann var leiðari í GSS í árunum 1995-96.
Í 2000 varð hann settur sum leiðari fyri Peres-miðstøðini fyri Friði, og síðani er hann vorðin sendiharri í Danmark.