Farna vikuskifti vóru bøkur í miðdeplinum í Havn við luttøku av rithøvundum úr Føroyum, Danmark og Noregi. Okkurt forvitnisligt og óvæntað kom fram, sum tá ið Carsten Jensen fekk eitt ískoyti til eina av sínum bókum
Carsten Jensen er ein av kendastu donsku rithøvundunum. Hann hevur skrivað einar 16 bøkur síðan 1981. Tað sum ger hann áhugaverdan hjá okkum er, at hann hevur skrivað nógv um sjóvinnuumhvørvi. Í 2006 kom út bók hansara “Vi de druknede”, sum er um lívið í sjóvinnubýnum Marstal við monnunum í býnum, sum støðugt vóru á langferð. Carsten Jensen er sjálvur úr Marstal og kennir tí umhvørvið sera væl. Tað minnir um føroysk viðurskifti. Sum tað skilst er hetta orsøkin til, at hann var boðin við til bókmnentadagarnar. Bókin hevur fingið góð ummæli. Hon er týdd til fleiri mál og er seld til 12 lond.
Carsten Jensen kjakaðist leygardagin í Norðurlandahúsinum við samskiparan av bókmentadøgunum Kim Simonsen um støðuna hjá nýggja norðurlendska skaldskapinum, umframt at hann fríggjadagin signeraði bøkur í bókhandlinum Rit og Rák.
Carsten Jensen hevur eisini skrivað hugtakandi ferðafrásagnir, har hann rættiliga fær lesaran at liva seg inn í viðuskiftini í tí landi, sum hann vitjar. Framúr góð er bókin “Jeg her set verden begynde” frá 1996. Eitt av londunum hann vitjaði var Cambodja við síni ræðuligu søgu.
Síðsta ferðin – eisini í Føroyum
Seinasta bókin, sum Carsten Jensen hevur skrivað, kallast “Sidste Rejse.”
Hon er um danska málaran Carl Rasmussen, f. 1841, og um hansara ferð í Grønlandi um borð á skipinum Peru hjá kongaliga handlinum.
Carl er kendur sum tann fyrsti málarin, sum fór til Grønlands at lýsa lívið hjá teimum innføddu umframt grønlendsku náttúruna. Hetta var í 1870, tá ið hann var eitt ár í Grønlandi.
Málningarnir vaktu stóran ans. Eisini tí at Grønland var tá rættuliga ókent í Danmark, og tí komu málningarnir úr Grønlandi at víkja sera nógv frá tí, sum danir vóru vanir við, sum bóndagarðar og slætta landslagið.
Carl Rasmussen varð serliga kendur sum marinumálari, t.v.s. hann málaði skip og sjógv, og var hann kendur í fleiri europeiskum londum. Tað kann nevnast, at hann gjørdist so viðurkendur, at eitt øki á Suðurpólinum sannlíkt er uppkallað eftir honum, Cape Rasmussen.
Í 1893 fer hann aftur til Grønland í somu ørindum. Hann kendi seg útbrendan og var tunglyntur, so hann hevur hug at uppliva hetta umhvørvi enn eina ferð. Tað er henda ferðin skaldsøgan er um.
Farið verður avstað úr Keypmannahavn 30. apríl. Hann hevur alt summarið verið í Grønlandi og hevur aftur fingið nógv burtur úr. Á heimferðini hendur tað syrgiliga, at hann fer fyri borð og druknr tann 1. oktober, tá ið teir sigla framvið Orknoyggjarnar. Hetta var í hampiligum veðri, og tí hevur tann spurningur verið reistur, um hann mundi forgera sær. Hesin spurningur nívdi eisini konu hansara alt hennara lív. Men hevur hann forgjørt sær, so var tað í hvussu er ikki vegna ringa fíggjarstøðu ella trupulleikar í hjúnalagnum. Men Carl hevði eitt viðkvæmt sinni, so tað ber ikki til at siga nakað.
Undir sjóforhoyrinum greiddi róðursmaðurin tó frá, at Carl hevði málað á dekkinum. Fyri at eygleiða málningin hevur hann gingið aftur og fram kring hann. Hann er so einaferð farin eftir hali frá málninginum. Tá hevur hann helst bakkað eitt stig ov langt, hevur verið áhaldsin og er so farin fyri borð.
Carsten Jensen lýsir Carl Ramussen sum eina ivandi sál, bæði hvat viðvíkir hansara list og hansara trúarlívi.
Carl málaði eisini altartalvur. Ein hongur í kirkuni í Marstal. Hagar plagdi konan at fara, tá ið hon trongdi til ugga og kundi møta Jesusi andlit til andlit á málninginum hjá manninum.
Kona Carl kallaðist Anna Egidia. Hon sat eftir við átta børnum. Spurningurin var, hvussu hon skuldi klára at missa mann og forsyrgjara. Ráðini gjørdust at selja hansara málningar á uppboði, nógvar av teimum vóru úr Grønlandi. Hetta var sjálvsagt ein trupul avgerð. Fyrst hevði hon mist mannin, og nú skuldi hon selja hansara sál. Men hon skuldi jú eisini liva. Fleiri av børnunum doyðu, áðrenn tey komu til. Men hon fekk tó 14 ommubørn. Tískil er ættin stór, og hon hevur eisini givið íkast til bókina.
Uppboðssølan gekk sera væl, og hon gav so mikið av sær, at einkjan kundi liva restina av lívinum uttan fíggjarligar trupulleikar.
Carl gjørdist viðurkendur í síni samtíð. Longu meðan hann er á lívi, varð hann umrøddur í Nordisk Conversationsleksikon. Ofta verða listarmenn jú ikki viðurkendir fyrr enn teir eru deyðir.
Hansara málningar eru framvegis sera væl umtóktir, og teir hava verið til sølu fyri upp til eina góða millión krónur.
Málningurin endaði av tilvild í Føroyum
Tað, sum kom fyri ein dag á bókmentadøgunum, var, at Carl Rasmussen eisini hevur verið í Føroyum og hevur málað minst ein málning, meðan hann var her. Hetta hevur uttan iva verið ta ferðina, hann var á veg til ella frá Grønlandi í 1893. Ein ábending um hetta er sluppin á myndini, sum neyvan vildi verið, um hetta var á fyrru grønlandsferðini í 1870. Er málningurin frá heimferðini úr Grønlandi, so kann hetta hava verið seinasti málningur hjá Carl.
At hesin forvitnisligi málningur endaði í Føroyum er av eini tilvild. Forsøgan er tann, at ein søldfirðingur var og ferðaðist í Danmark í 2000. Tá rendi hann seg meira ella minni tilvildarliga seg fram á hendan málningin, sum var til sølu á málningauppboðssøluni hjá Bruun Rasmussen. Hann gjørdist hugtikin av málninginum og helt tað vera spell, um ein slíkur gamal málningur úr Føroyum skuldi “hvørva” í Danmark.
Hann fekk at vita, at eingin hevði bjóðað. Málningurin var mettur at hava rættuliga stórt virði í mun til tað, sum vit eru von við, og hann tók tí kjansin og bjóðaði nakað væl undir metingina. Einki annað boð var, og hann fekk málningin.
Sum tað sæst er hann málaður vesturi í Vágum. Trøllkonufingur sæst jú sera væl. Eisini síggjast eisini bæði bátar og skip. Tí er hetta eisini ein góð tíðarmynd.
Tískil fekk Carsten Jensen á síni føroyaferð staðfest, at Carl Rasmussen eisini hevur verið í Føroyum. Hetta visti hann ikki, og er tí ikki nevnt í bókini, men tað veit hann so nú.
Uttan iva hevur hetta verið eitt gott keyp hjá søldfirðinginum, sum seinastu prísirnir á málningum hjá Carl Rasmussen eisini vísa. At tað er skrivað ein heil skaldsøga um ferðina hjá listarmanninum, tá hesin málningur er málaður, ger neyvan virðið á honum minni!
ó.