Kubanski forsetin, Fidel Castro, hevur hesa vikuna verið millum luttakararnar á teirri serligu menningarráðstevnuni, sum ST hevur skipað fyri í meksikanska býnum Monterey. Men í gjár boðaði hann brádliga frá, at hann noyddist at skunda sær aftur til Havanna.
Castro vildi ikki siga, hví hann hevði slíkan skund at fara til hús, men á einum tíðindafundi segði hann bert, at talan var um eina "serliga orsøk". Eygleiðarar í Monterrey siga seg ikki hava hoyrt, at nakað óvanligt er hent í Havanna, meðan forsetin hevur verið uttanlands.
Amerikanski forsetin, George W. Bush, kom til Monterrey hósdagin og skuldi halda røðu, beint áðrenn Castro fór haðani. Tað er óvist, at kubanski forsetin valdi at fara til hús, tí hann hevði ongan áhuga í at taka lut á einari ráðstevnu saman við ameri-kanska forsetanum.