Cecilia sló metið

Fyrstu svimjararnir, sum luttaka í kappingini at svimja um Nólsoyarfjørð, eru komnir á mál, og tað er tí nú greitt, at gamla metið upp á 1 tíma og 17 minuttir er sligið.

Tað er hin bert 15 ára gamla Cecilia Eysturdal, sum í dag hevur svomið teir umleið 4,4 kilometrarnar í tíðini 1.07.48, og harvið hevu hon ikki bara vundið burtur úr øllum hinum seks luttakarunum, men eisini skorið 10 minuttir av gamla metinum.

Tilsamans sjey luttakarar eru, sum svimja um fjørðin, fýra mans og tríggjai kvinnur.

Portalurin vendir aftur við raðfylgjuni og tíðunum hjá teimum bestu seinni.