Celtic, Dynamo Kiev og KÍ

Níggjunda ári á rað endaði FM-steypið í Klaksvík. Kvinnurnar hjá KÍ verða ikki tiknar í Føroyum, og nú verða avrikini sett í mun til drúgvu meistararøðirnar hjá útlendskum stórfeløgum

Fótbóltur

 

Eingin yvir og eingin við síðuna av. Tað má vera niðurstøðan, tá tosast skal um fótbóltsavrikini hjá KÍ-kvinnunum.

Heldur ikki í 2008 eydnaðist nøkrum øðrum liði at standa teimum kurl, og leygardagin kundu tær so aftur lata seg krýna sum meistarar.

Mótstøðan á degnum kom av Skála, men hóast hesar hildu KÍ frá fatinum fyrstu trý korterini, so var tað ikki nóg mikið. Eftir steðgin settu gyltu kvinnurnar nevnliga trumf á, soleiðis at talan gjørdist um sannførandi 4-1 sigur.

Kvinnurnar høvdu á degnum pyntað seg í gyltar KÍ-búnar, og fagnaðurin var sjálvandi stórur, tá Malena Josephsen at enda kundi taka ímóti stóra steypinum, sum enn einaferð er ogn hjá KÍ. At menninir hjá felagnum dagin eftir skuldu spæla tað, sum líktist lagnudysti, løgdu tey í Klaksvík ikki so nógv í hendan dagin, tí á kvinnufrontinum er eingin, sum kemur í nær námind siðvenjuni hjá Klaksvík.

 

AB vann silvur

Bert ein annar dystur varð avgreiddur leygardagin. Á Argjum vann AB 2-1 á B36, og við hesum tryggjaði AB sær silvurið, samstundis sum B36-kvinnurnar stóðu í teirri óvandu støðu, at landskappngini ikki gav teimum nakað heiðursmerki.

Bronsuna kundi Víkingur taka sær av uttan at spæla. Tær skuldu av røttum spælt í Vági, men trupulleikar við Smyrli bóru við sær, at tann dysturin varð av ongum. Á pappírinum hevur hesin dystur ongan týdning, og tí er í løtuni ógreitt, um dysturin yvir høvur verður avgreiddur, ella um hann sleppur at fara í gloymskuna.