Í kvøld vóru aftur leiktar tvær fyrru fjórðingsfinalur í Champions League.
Á Parc des Princes leikvøllinum í París vunnu verandi meistararnir, PSG sannførandi 2-0 á Liverpool, ið onga málroynd hevði innanfyri málrammurnar.
Liðini hittast aftur á Anfield leikvøllinum komandi týskvøld klokkan 20.
Á Camp Nou leikvøllinum í Barcelona tapti heimaliðið 0-2 fyri Atletico Madrid. Stutt undan steðginum fekk FC Barcelona Pau Cubarsi riknan av vøllinum.
Liðini spæla returdyst komandi týskvøld klokkan 20.
PSG-Liverpool 2-0 (1-0)
1-0 Desire Doue ('11 )
2-0 Khvicha Kvaratskhelia ('65 )
FC Barcelona-Atletico Madrid 0-2 (0-1)
0-1 Julian Alvarez ('45 )
0-2 Alexander Sørloth ('70 )











