UEFA hevur gjørt lutakastið til 1/8 finalurnar í Champions League av nýggjum, eftir at tað var ein feilur í fyrra lutakastinum. Tí hevur nýtt lutakast verið klokkan 14.
Upprunaliga skuldi Lionel Messi og Paris Saint Germain møta Manchester United og Cristiano Ronaldo. Tað verður av ongum á hesum sinni, men báðir fáa úr at gera í 1/8 finalunum.
Lionel Messi skal møta gamla arvafíggindanum í Real Madrid, meðan Cristiano Ronaldo skal møta gomlu grannunum úr Atletico Madrid. Í báðum førum er talan um uppgerð uttan greiðan favoritt.
Bayern Munchen og Manchester City fingu lættastu uppgávurnar á pappírinum. Bayern Munchen skal spæla móti RB Salzburg, meðan Manchester City skal møta Sporting úr Portugal.
Chelsea og Liverpool møta nakað sterkari mótstøðu í ávikavist Lille og Inter Milan. Juventus er eisini søguliga ein favorittur móti Villarreal, men helst er meiri javnt, nú Juventus er í eini leikligari kreppu í Seriu A. Tað sær út til at blíva eina spennandi uppgerð millum Benfica og Ajax.
Lutakastið:
RB Salzburg-Bayern München
Sporting-Manchester City
Benfica-Ajax
Chelsea-Lille
Atletico Madrid-Manchester United
Villarreal-Juventus
Inter-Liverpool
PSG-Real Madrid