Fjórða bólkaumfarið í Champions League-kappingini verður spælt í kvøld. Talan er um somu mótstøðulið, sum spældu í triðja umfarið, men tó hava liðini hesa ferð skift um heimavøll.
Dystirnir í kvøld eru: Cluj Napoca-Bordeaux, Roma-Chelsea, Anorthosis Famagusta-Inter, Werder Bremen-Panathinaikos, Sporting Lissabon-Shakhtar Donetsk, Liverpool-Atlético Madrid, Marseille-PSV Eindhoven og Barcelona-Basel.
Á 3+ verður sent beinleiðis frá dystinum millum Liverpool og Atlético Madrid, og byrjar sendingin klokkan 19. TV2 Sport sendir beinleiðis frá dystinum millum Barcelona og Basel, og á Rás1 hjá Televarpinum kann fylgjast við dystinum millum Roma og Chelsea.