VIDEO: Mjällby misti javnleikin í yvirtíðini (Champions League)

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Mjällby-Slovan Bratislava 1-2 (0-0)

Nú verður tað torført hjá føroyingaliðnum, Mjällby at vinna seg til Play Off umfarið í Champions League.

 

Á heimavølli í Hällevik tapti Mjällby 1-2 fyri slovakiska liðnum, Slovan Bratislava í fyrra dystinum í triðja undanumfarinum í Champions League.

 

Áki D. Samuelsen fekk 90 minuttir á vøllinum, meðan Martin Agnarsson sat á beinkinum allan dystin.

 

Elliot Stroud fekk Mjällby á sigurskós upp á eitt brotsspark í 61. minutti. Men 17 minuttir seinni javnaði Slovan Bratislava, og tríggjar minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat skoraðu teir sigursmálið. 

 

Returdysturin verður leiktur í Bratislava komandi týskvøld klokkan 19.15. 

 

Eydnast tað ikki Mjällby at vinna dystin, so skulu teir spæla Play Off dystir um at sleppa í deildarspælið í Europa League. 

 

HER eru hæddarpunktini frá dystinum Mjällby-Slovan Bratislava 1-2 (0-0):

 

##med2##