Champions League: Oddsini millum Bissen og KÍ eru næstan jøvn

Her eru oddsini upp á dystin Atert Bissen-KÍ

Í kvøld klokkan 19.15 byrjar seinni dysturin í fyrsta undanumfarinum í Champions League millum Atert Bissen og KÍ niðri í Luksemborg.

 

Dysturin verður leiktur á tjóðarleikvøllinum, Stade de Luksembourg. 

 

KÍ vann fyrra dystin 2-1, og hevur tí ein lítlan fyrimun undan dystinum.

 

Oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin millum Bissen og KÍ eru næstan jøvn.

 

(Oddsini eru galdandi fyri vanliga leiktíð)

 

Oddsini upp á heimasigur til Atert Bissen liggja millum 2,43 og 2,70.

 

Oddsini upp á javnleik - sum sendir KÍ víðari í kappingini - liggja millum 3,29 og 3,60.

 

Oddsini upp á útisigur til KÍ liggja millum 2,25 og 2,51.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##