Landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg og liðfelagar hennara í Storhamar spældu í dag dyst á heimavølli í bólki A í Champions League.
Ungarska liðið, Debrechen var á vitjan í OBOS høllini í Hamar. Stutt undan dystarenda var Storhamar á odda bæði 27-25 og 28-27, men seinastu minuttirnar steðgaði málskjótingin upp hjá Storhamar. Ístaðin megnaði Debrechen at skjóta trý mál seinastu løtuna, og harvið knógva ein 30-28 sigur á Storhamar.
Fyri Pernille og liðfelagarnir er talan um eitt stórt vónbrót, tí Storhamar hevði eina greiða favorittstøðu undan dystinum.
Storhamar er nummar fimm í bólkinum við fýra stigum fyri seks dystir. Dortmund og Debrechen hava eisini fýra stig, og tí er tað eyka ergiligt, at Storhamar ikki fekk nakra úrtøku í dagsins dysti.
Pernille skoraði trý mál upp á fýra málroyndir, og hon var næstbesti málskjúttin hjá Storhamar saman við Sanne L. Hagen. Toppskjútti var Anniken Obaidli við átta málum.
Stutt er millum dystirnar hjá Storhamar. Longu mikudagin klokkan 17 spæla teir dyst á útivølli móti Molde í bestu norsku hondbóltsdeildini.











