Chelsea hevur eitt sindur óvæntað keypt 21 ára gamla Cole Palmer frá Manchester City. Tað er ikki óvæntað, at Chelsea keypir ungar spælarar, men eitt sindur óvæntað at teir hava keypt eitt av talentum hjá Manchester City.
Sky Sports skrivar, at prísurin er 348 milliónir krónur. Cole Palmer er ein av fleiri ungum spælarum, sum Manchester City hevur ment, men sum ikki hevur vunnið fram á besta liðum. Tá Riyad Mahrez bleiv seldur til Saudiarabia bleiv væntað, at Cole Palmer fór at traðka til.
Tað gjørdi hann eisini við málum í bæði Stórsteypadystinum og UEFA Super Cup dystinum í farna mánaði, men tað er ikki nokk fyri Manchester City. Cole Palmer passar væl inn í keypini hjá Chelsea, sum hevur støvsúgvað marknaðin fyri ungar evnaríkar spælarar, sum allir hava fingið alinlangar sáttmálar upp á bæði átta og níggju ár. Nakað, sum verður ólógligt til komandi kappingarár.
Chelsea hevur keypt fyri 3,5 milliardir krónur og selt fyri næstan tvær milliardir krónur. Flytingarvindeygað letur aftur í dag.