Øll trý stigini vóru alneyðug hjá Chelsea, sum heima á Stamford Bridge í dag fekk vitjan av Tottenham. Kapping er um hvørt einasta stig hjá bláa London-liðnum, og øll við vón um at røkka oddaliðnum, Manchester United.
Dysturin legði út við at heimaliðið legði stórt trýst á Tottenham, men tó vóru teir ikki heilt málfarligir. Hóast Carvalho fimm minuttir undan steðginum var tætt við at skora, fekk Paul Robinson í Tottenham-málinum hildið málið reint til hálvleiks.
Annar hálvleikur byrjaði bragdliga, og eftir fýra minuttum var Mido tætt við at leggja útiliðið á odda, men Petr Cech bjargaði meistarliga. Tveir minuttir seinni lá bólturin í hinum málinum, eftir at Chelsea-verjuleikarin Ricardo Carvalho sendi eitt 30-metra langskot í kassan, handan ein heldur afturhaldnan Paul Robinson.
Chelsea fekk harvið bart seg upp á 75 stig, sum er trý stig aftanfyri Manchester United á fyrsta plássi. Manchester United spælir seinni í dag ímóti Portsmouth, og hevur tá møguleikan at økja um stigarmunin til seks stig aftur.