Chelsea á meistarakós

Premeir League: Úrslitini kundu ikki verið betri fyri Chelsea

Tá Chelsea í morgin tekur móti Hull City, sum liggur næst niðast á stigatalvuni í Premier League, so er møguleiki fyri, at teir bláu úr London kunnu leggja seg níggju stig á odda. Allir kappingarneytarnir mistu stig í dag.

 

Liverpool, Tottenham, Manchester City og Manchester United mistu øll stig í dag, meðan Arsenal eins og Chelsea skal spæla í morgin. Liverpool tapti enn eina ferð móti einum av liðnum í niðaru hálvu á stigatalvuni, tá teir taptu 3-2 fyri botnproppinum Swansea.

 

Manchester United fekk í evstu løtu bjargað sær ein javnleik á útivølli móti Stoke. Wayne Rooney javnaði í evstu løtu við máli nummar 250 fyri Manchester United. Hann er nú søguligur toppskjútti í felagnum.

 

Í kvøld spældu Manchester City og Tottenham javnleik 2-2. Pep Guardiola og hansara menn vóru annars á 2-0 sigurskós, men Tottenham javnaði. Arsenal kann í morgin leggja seg á annað plássið við sigri á Burnley.

 

Í løtuni er Chelsea á meistarakós og úrslitini í dag gera ikki støðuna verri.

 

Premier League 22. umfar:

Í dag:

Liverpool 2 - 3 Swansea City

Bournemouth 2 - 2 Watford

Crystal Palace 0 - 1 Everton

Middlesbrough 1 - 3 West Ham United

Stoke City 1 - 1 Manchester United

West Bromwich Albion 2 - 0 Sunderland

Manchester City 2 - 2 Tottenham Hotspur

 

Í morgin:

Southampton - Leicester City

Arsenal - Burnley

Chelsea - Hull City

 

1

Chelsea

21

17

1

3

45

15

30

52

2

Tottenham Hotspur

22

13

7

2

45

16

29

46

3

Liverpool

22

13

6

3

51

27

24

45

4

Arsenal

21

13

5

3

48

22

26

44

5

Manchester City

22

13

4

5

43

28

15

43

6

Manchester United

22

11

8

3

33

21

12

41

7

Everton

22

10

6

6

33

23

10

36

8

West Bromwich Albion

22

9

5

8

30

28

2

32

9

Stoke City

22

7

7

8

28

34

-6

28

10

West Ham United

22

8

4

10

29

36

-7

28

11

AFC Bournemouth

22

7

5

10

32

39

-7

26

12

Burnley

21

8

2

11

23

31

-8

26

13

Southampton

21

6

6

9

19

26

-7

24

14

Watford

22

6

6

10

25

38

-13

24

15

Leicester City

21

5

6

10

24

34

-10

21

16

Middlesbrough

22

4

8

10

18

25

-7

20

17

Swansea City

22

5

3

14

26

51

-25

18

18

Crystal Palace

22

4

4

14

30

41

-11

16

19

Hull City

21

4

4

13

20

45

-25

16

20

Sunderland

22

4

3

15

20

42

-22

15