Fleiri dystir hava verið spældir í ensku Carling Cup steypakappingini í kvøld.
Mest áhugaverdi dysturin var á King Power Stadium í Leicester, har Leicester tók ímóti Chelsea. Og líka so áhugaverdur sum dysturin á pappírinum frammanundan sá út til at vera, líka so nógv undirhald fingu áskoðararnir fyri dystin. Leicester legði betri frá byrjan, og eftir lítlari løtu, vóru teir eisini á odda 2-0. Stutt fyri hálvleik eydnaðist tað tó Chelsea at minka um munin til 2-1.
Lítla løtu eftir hálvleik javnaði Chelsea til 2-2, sum eisini varð úrslitið av vanligu leiktíðini. Teir noyddust tí út í longda leiktíð, har spanski miðvallarin, Cesc Fabregas, sum annars hevur verið heilt úti í kuldanum hjá Antonio Conte, gjørdist stóra hetjan. Hann skoraði bæði málini í longdu leiktíðini, soleiðis at Chelsea vann 4-2.
Av øðrum áhugaverdum dystum, vann Arsenal 4-0 á útivølli móti Nottingham Forest. Tað eydnaðist sostatt ikki danska Nicklas Bendtner, at gera stórvegis móti fyrrverandi liðfeløgunum úr Arsenal. Hjá Arsenal komu tvey av nýinnkeypunum, Lucas Perez og Granit Xhaka, á máltalvuna. Lucas Perez skoraði tvær ferðir, meðan Granit Xhaka skoraði einaferð. Seinasta málið hjá Arsenal skoraði Alex Oxlade-Chamberlain.
Eisini Liverpool spældi seg í kvøld víðari. Teir vunnu 3-0 á útivølli móti Derby við málum frá Ragnar Klavan, Philippe Coutinho og Divock Origi.
Úrslitini í kvøld:
Bournemouth – Preston 2-3 (Eftir longda leiktíð)
Brighton – Reading 1-2
Derby – Liverpool 0-3
Everton – Norwich 0-2
Leeds – Blackburn 1-0
Leicester – Chelsea 2-4 (Eftir longda leiktíð)
Newcastle – Wolves 2-0
Nottingham Forest – Arsenal 0-4