Chen komin til USA

Kinesiski samfelagsrevsarin Chen Guangcheng kom í gjárkvøldið við flogfari til USA saman við konuni og børnunum. Tey fóru beinleiðis av Newark-flogvøllinum til Manhattan, har Chen skal lesa løgfrøði.

Chen Guangcheng fekk í 2006 fýra ára fongsul fyri at hava órógvað ferðsluna og fyri at hava oyðilagt ognir hjá øðrum. Tá hann slapp úr fongslinum í 2010, varð hann settur í húsavarðhald. Har var hann til í apríl í ár, tá hann flýddi inn á amerikonsku sendistovuna í Beijing. Eftir samráðingar á hægsta stigi millum Kina og USA gingu kinesisku myndugleikarnir við til at lata Chen sleppa til USA at lesa løgfrøði.

Chen, sum er blindur, hevur leingi funnist at kravinum hjá kinesisku myndugleikunum um, at kvinnur skulu bara hava eitt barn. Hann og konan eiga tvey børn.