Chojniczanka er tvey stig frá beinleiðis uppflyting

Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Chojniczanka eru í einari góðari gongd

Ungi føroyski verjuskansin og liðfelagarnir í Chojniczanka eru í einari góðari gongd í triðbestu pólsku fótbóltsdeildini. 

 

Andrias spældi allan dystin tá Chojniczanka á heimavølli vann 1-0 á Jastrzebie. Grzegorz Szymusik skoraði sigursmálið stutt undan steðginum.

 

Jastrzebie brendi eitt brotsspark í ein heldur rokmiklum seinna hálvleiki, har Jastrzebie fekk tveir mans vístir av vøllinum, og Chojniczanka fekk mann vístan av vøllinum í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.

 

Chojniczanka hevur fingið 17 stig í teimum seinastu sjey dystunum, og er liðið nú á einum sætta plássið í deildini við 22 stigum. Tvey stig eru upp til annað plássið, ið gevur beinleiðis uppflyting til næstbestu deildina.

 

Á næstfremstu plássinum liggur Kotwica Kolobrzeg við 24 stigum.

 

Komandi leygardag spælir Chojniczanka móti Polonia Bytom á útivølli.