Fleiri av fótbóltsfeløgunum kring landið arbeiði í løtuni við at finna eitt boð upp á ein komandi formann í FSF. Óli Holm í Vági er í løtuni einasta valevni, men nógv bendir á, at løgfrøðingurin Christian Andreasen eisini fer at stilla upp.
Hevur fingið áheitan
Christian Andreasen váttar fyri Sosialinum, at hann hevur fingið áheitan um at stilla upp, men at hann enn ikki hevur tikið endaliga støðu. Hann umhugsar enn støðuna, men umhugsunartíðin er ikki long, tí freistin at skjóta valevnir upp er á midnátt í kvøld.
Vælvitandi keldur vilja verða við, at játtar Christian Andreasen at stilla upp, so hevur hann stuðul frá einum meiriluta av føroysku fótbóltsfeløgunum, og tískil verður valdur til formann. Sjálvur sigur Christian Andreasen, at hevur hann ein meiriluta av feløgum aftan fyri seg, er tað ikki óhugsandi, at hann tekur av áheitanini um at stilla upp til formansvalið í FSF. Hann leggur tó afturat, at hann ikki hevur hug til at fara út í eitt kampval um formanssessin, tí tað tænir ikki nøkrum, sigur Christian Andreasen.
Var í uppskoti fyri tveimum árum síðani
Tá ið formansval var í fótbóltssambandinum fyri tveimum árum síðani, var Christian Andreasen skotin upp sum formansvalevni av HB, men hann tók seg seinna aftur, Hann bleiv tó valdur sum nevndarlimur, og tískil er Christian Andreasen, eins og hitt valevni Óli Holm, ikki eitt óskrivað blað í føroyska fótbóltsheiminum. Christian Andreasen hevur eisini áður sitið í starvsnevndini hjá FSF, og somuleiðis hevur hann sitið í dómsnevndini hjá fótbóltssambandinum.
Í løtuni verður so dúgliga arbeitt við at fáa undirtøku millum feløgini til einstøku valevnini, men skjótt skal berast at, tí útsetti aðalfundurin hjá FSF verður leygardagin 3. apríl, og tá kunnu vit vænta at greiða fæst á, hvør ið skal sita við leiðsluni í føroyskum fótbólti komandi árini.