Christian er dani og er ættaður úr Kerteminde. Móður hansara er Margrethe Nielsen, sum er búðsitandi í Kerteminde. Faðir hansara kallaðist Poul Cornelius Nielsen, ið andaðist í 1992. Poul var fjarritari, millum annað umborð á Esso Baltica, sum eisini sigldi uppá Føroyar. Her kom Christian sum barn at kenna Føroyar á fyrsta sinni.
Christian tók í 1981 løgfrøðisligt embætisprógv á universitetinum í Århus. Hann hevur starvast sum fulltrúi á Ankenævnet for Forsikring, og sum deildarstjóri í tryggingarfelagnum Østifterne, og haraftrat sum deildarstjóri hjá GF Forsikring.
Christian kom til Føroya í novenber 1997, tá hann varð settur sum stjóri hjá Trygd, í sambandi við at Trygd varð endurstovnað og aftur fór undir at tekna tryggingar. Christian er kendur fyri sítt dugnasemi og sína nýhugsan innan tryggingarøkið. Hann hevur staðið á odda fyri at víðka um virksemið hjá Trygd til í dag at fevna um nærum øll sløg av tryggingum.
Christian er giftur við Lis f. Andreasen. Christian eigur tvær døtur Elisabeth og Henriette.