Tá føroyska kappingin fer í summarfrí miðskeiðis í juli mánaði, skiftir Christian Høgni Jacobsen til danska 1. deildarfelagið. Christian Høgni Jacobsen hevur leingi verið mettur sum ein av bestu føroysku fótbóltsspælarunum, og hann hevur eisini áður roynt seg í donskum fótbólti. Ta ferðina setti ein krossbandsskaði tó ein steðg fyri ævintýrinum, men nú er hann til reiðar at taka eitt nýtt tørn. - Christian Høgni hevur alla tíðina havt ætlanir um at royna seg uttanlands aftur. Og fleiri ferðir hava meira og minni ítøkiligir fyrispurningar eisini verið. Júst hesin møguleikin er tó íkomin hampuliga brádliga, men tá semja fekst í lag millum HB og AB, valdi Christian Høgni at taka av møguleikanum, sigur Jákup í Stórustovu, sum er umboðsmaður hjá Christan Høgna. Í júst lidna kappingarárinum gjørdist AB nummar seks í donsku 1. deild.