Christian Mejdahl nýggjur fólkatingsformaður

Formaðurin í tingbólkinum hjá Vinstra verður nýggjur formaður í Fólkatinginum.

Í gjár varð greitt, at formaðurin í fólkatingsbólkinum hjá Vinstra, Christian Mejdahl, skal taka við formansstarvinum í Fólka-tinginum eftir Ivar Hansen, sum brádliga doyði mikunáttina.
Síðani Ivar Hansen doyði, hevur verið tosað um, hvør skuldi taka við eftir hann. Andstøðuflokkarnir gjørdu rættiliga skjótt greitt, at teir fóru ikki at leggja nakað uppskot fram, tí tað var hildið rætt, at meirilutin í tinginum átti formansstarvið. Christian Mejdahl var longu tíðliga frammi sum eitt møguligt evni. Mikudagin fekk hann so tilboðið, og í gjár boðaði hann frá, at hann tók av. Frammanundan høvdu allir andstøðuflokkarnir boðað frá, at teir fóru at stuðla honum, tá sjálvt valið verður mánadagin.
Christian Mejdahl er royndur politikari. Hann ger ikki nógv hóvasták burtur úr sær sjálvum og heldur seg vanliga burtur frá fjølmiðlunum. Hann hevur fyrr fingið tilboð um ráðharrasess, men tók ikki av.
Nú hann verður fólkatingsformaður, skal tingbólkurin hjá Vinstra hava nýggjan formann. Hildið verður fyri vist, at tað verður annaðhvørt Jens Vibjerg ella Rikke Hvilshøj.