Christian slapp ikki framat

Fimm spælarar umboðaðu Føroyar fyri fyrstu ferð, men dómarin gav ikki Christiani R. Mouritsen loyvi at koma á vøllin

GÓÐAN DAG

Ein av teimum átjan føroysku spælarunum, sum vóru í Wronky sunnudagin, fekk ikki høvi at fara á vøllin og umboða føðilandið. Tað var Manchester City maðurin Christian R. Mouritsen. Christian hevði hitað upp, og teir í føroysku leguni gjørdu sjey minuttir undan leikloki tekin um, at 18 ára gamla framrættaði maðurin skuldi skiftast inn.
Men dómarin segði nei. Tað taldi ikki, at avtala var gjørd millum føroyingarnar og pólverjarnar um, at allir spælararnir kundu skiftast inn. Sambært dómaranum, sum var úr USA, siga FIFA ásetingar, at tað er ikki loyvt at gera fleiri enn seks skiftingar, hóast talan er um vinardyst. Tí varð fyrsta royndin hjá unga og evnaríka framrættaða spælaranum á landsliðnum útsett. Einki er tó at ivast í, at Christian fer at fáa møguleikan.
Fimm spælarar vóru sunnudagin á landsliðnum fyri fyrstu ferð. Janus M. Joensen úr HB og Hans Pauli Samuelsen úr EB/Streymi vóru millum teir fyrstu ellivu. Harvið var Hans Pauli fyrsti EB/Streyma spælarin nakrantíð á landsliðnum.
Janus var á vøllinum í 50 minuttir, so loysti Hjalgrím Elttør hann av. Tólv minuttir eftir steðgin varð Bjarni Jørgensen av Skála skiftur inn fyri Hans Paula Samuelsen. Bjarni hevur ikki áður verið á landsliðnum. Í 68. minutti noyddist Fróði Benjaminsen at taka seg aftur orsaka av skaða. Tá varð Bárður Olsen úr EB/Streymi fyri fyrstu ferð skiftur inn á landsliðið.
Eitt korter undan leikloki vórðu Atli Danielsen, sum hevði verið í miðverjuni saman við Óla Johannesen, og Jann Ingi Petersen, sum hevði verið vongverji í høgru, skiftir út. Í teirra stað komu ávikavíst Rasmus Nolsøe og Mortan úr Hørg, báðir úr HB. Hetta var fyrsta ferðin, at Rasmus Nolsøe var á landsliðnum. Hann var 97. føroyski landsliðsspælarin í 105 altjóða skrásettum landsdystum síðani 1988, tá ið fyrsti altjóða skrásetti landsdysturin  við Jens Martini Knudsen í føroyska málinum - varð spældur í Íslandi.