Felagið, sum upprunaliga skuldi fíggjað Skálafjarðartunnilin, Copenhagen Infrastructure Partners, hevði eitt sera gott ár í fjør.
Teir fimm gullfuglarnir, ið vóru koyrdir til hús í kjalarvørrinum av skandaluni rundan um Anders Eldrup, stjóra í Dong. Tey fimm, Jacob Baruël Poulsen, Christian Skakkebæk, Torsten Lodberg Smed, Christina Grumstrup Sørensen og Rúni Bro Róin, stovnaðu síðani CIP saman, við milliardainnskotið frá millum øðrum PensionDanmark.
Og tað gongur sum eftir ánni hjá CIP. Felagið hevur millum annað gjørt íløgur í onshore vindmyllulundir í Skotlandi og Wales og aðrar umhvørvisvinarligan orkukeldir í Onglandi, og hesar íløgurnar góvu í gjør eitt yvirskot í 186 milliónir krónur, skrivar finans.dk.
CIP hevur fingið 16 milliardir krónur at gera íløgur við, harav 9 milliardir koma frá danska pensjónskassanum.