Cirkus Baldoni aftur á ferð

Cirkus Baldoni hevur vitjað regluliga í Føroyum, og í næstum koma tey aftur, og mangt forvitnisligt er at síggja.

 

Tey byrja ferðina í Vestmanna 27/8 kl. 19 og enda

ferðina í Kollafirði 5/9.

 

“Vit gleða okkum at vísa fram stuttliga kynstrið “maðurin í ballónini”. Tað

hevur verið stórur eftirspurningur eftir kynstrinum, líka síðan vit høvdu

tað við í 2007” greiðir leiðslan í Baldoni frá. Ársins framførsla hevur tó

mangt annað á skránni. Har eru klovnar, línudansarar, akrobatar, kempubalón,

fótgyklarar og mangt annað. Sjálvandi er freka leyvan, Leonardo, eisini við.

 

11 framførðslur uppá 10 dagar

 

Cirkus Baldoni vitjar Vestmanna, Miðvág, Klaksvík, Runavík, Fuglafjørð,

Tvøroyri og Tórshavn (Hoyvíkshøllin), Eiði,

Skopun og Kollafjørð. Um ein ynskir at bíleggja frammanundan, kann tað

gerast á tlf.: +45 20 86 60 10 ella á www.cirkusbaldoni.com . Atgongumerkjasølan er ein tíma undan sýning.

Atgongumerkir til framsýningina í Tórshavn, kunnu keypast í Kunningarstovuni

í Havn og til framsýningina í Klaksvík, í Norðoya Kunningarstovu.