Nú er áleyparin, sum skoraði í báðum dystunum móti Føroyum í seinastu undankapping, tó aftur til reiðar. Síðani hann byrjaði at spæla aftur, hevur Cissé skotið tvey mál í seks dystunum fyri Marseille, og nú hevur Raymond Domenech tikið fyrrverandi Liverpool-spælaran út til venjingardystin móti Argentina. Eisini er Nicolas Anelka tikin við í hópin.