Citroën C3 er ein bilur sum verður lagdur til merkis í gøtumyndini. Hann hevur ótradionelt design og ongin ivi er um at talan er um ein Citroën. Bilurin er bygdur yvir ein heilt nýggjan plattform, og er í stødd ímillum Citroën Saxo og Xsara. C3 verður einans marknaðarførdur sum hatchback við 5 hurðum.
Gott útsýni
C3 er lættur at koma inn í og man situr høgt, sum í einum MPV, við góðum útsýni. Instrumentini í instrumentborðinum minna ikki sørt um teir gomlu Citroën GS og CX. Alt inni í bilinum er lætt at umgangast, eins og fleiri góðar praktiskar loysnir eru at finna, so sum skuffur undir setrunum, dupult handskarúm og flúgvaraborð til tey ferðani á baksetrinum. Viðførisrúmið er 305 litrar, sum má sigast at vera stórt í hesum klassanum.
Orkusparandi diesel
Í fyrsta umfari verða fýra motorstøddir at velja ímillum. Bensinmotorarnir eru hesir: 1.1 litur við 61 hk, 1.4 litur við 75 hk og ein 1.6 litur við 109 hk. Diesel motorurin er ein 1.4 litur HDI við 70 hk, sum orkar væl, larmar lítið og er sera orkusparandi, við tað at hann koyrir 23,8 km/l við blandaðari koyring. Seinni kemur ein HDi við 93 hk.
Servo til býkoyring
C3 er lættur at koyra. Servostýringin er soleiðis, at hon er løtt til býkoyring og verður tyngri sum ferðin økist. Koyrieginleikarnir eru heilt í topp, sum í flestu fronsku bilum. Eisini er nógv av trygdarútgerð, sum t.d. bremsuassistentur, ið optimerar bremsutrýstið, elektroniskur bremsukraftdeilari, fýra airbag og gardinairbag. Uttan iva verður C3 ein væl umtóktur bilur her hjá okkum.
Citroën C 3 1,6 16V bensin
Motorurin1.6 litur 4 syl. bensin 110 hk
O-100 km/t 10.7 sek.
Oljunýtsla15.4 km/l
Dekkstødd165/70-14
Stødd og vekt
Longd385,0 cm
Breidd167,0 cm
Hædd152,0 cm
Eginvekt1025 kg
Viðførisrúm305 litrar
Prísurkr. 154.000,-
SøluumboðIvan Johansen Bilar
Hoyvíksvegur 63
FO-110 Tórshavn
Tel. 313666
www.ivan.fo