Citroën C3 - ársins bilur í Danmark 2003

Danskir motorjournalistar hava kosið Citroën C3 til "Årets Bil i Danmark 2003". Bilurin fekk 174 stig av 575 møguligum og bleiv 33 stig frammanfyri nummar tvey.

Citroën C3, ið kom á marknaðin í vár, er ein bilur við ótradionellum designi, ið verður lagdur til merkis í gøtumyndini. Upprunaliga høvdu designarnir Citroën 2CV í huga, tá teir fóru undir at tekna C3. Bilurin er lættur at koma inn í, man situr høgt við góðum útsýni. Instrumentini innan minna ikki sørt um teir gomlu Citroën GS og CX, men hesi er í nútímans smartum stíli. Bilurin er rúmiligur, hevur góðar koyrieginleikar og lutfalsliga stórt viðførisrúm, 305 litrar, ið má sigast at vera stórt í hesum klassanum.
Í donsku tíðindaskrivunum verður sagt, at fólk ikki kunnu rokna við, at tey kunnu fara inn til nærmasta Citroën bilhandlara og keypa ein nýggjan C3. Orsøkin er, at bíðilistin er langur eftir at fáa bilin leveraðan. Sama er galdandi her hjá okkum. Frá Citroën umboðnum, Ivan Johansen Bilar, verður sagt, at eftirspurningurin er stórur, og at teir ongan C3 hava á goymslu í løtuni, men teir vóna at fáa nakrar bilar um 14 dagar.