Claus byrjar aftur at venja

Seinastu vikuna ella har á leið hevur Claus Bech Jørgensen verið skaddur, men hann vónar at byrja venjingarnar aftur um heilt stutta tíð
Eftir at hann fyrsta partin av álmanakkaárinum hevur verið fastur partur av liðnum hjá Coventry, var Claus Bech Jørgensen als ikki í hópinum, sum tapti 3-0 fyri West Ham um vikuskiftið.
Orsøkin var ein skaði, sum føroyski landsliðsleikarin hevur drigist við seinastu tíðina.
- Eg havi kroyst eitt rivjabein, og tí havi eg ikki fingið vant seinastu vikuna. Vónandi kann eg tó byrja venjingarnar aftur sum skjótast, staðfestir Claus. týsdagin skuldi hann so royna at venja aftur, og um skaðin ikki er ov álvarsligur, er plássið millum teir fyrstu ellivu á liðnum vónandi skjótt aftur hjá Claus.