Ísraelska stjórnin fer at senda eina sendinevnd til Katar at samráðast um eina avtalu um vápnahvíld og leysgeving av gíslum í Gaza.
Tað sigur ein ónevndur ísraelskur embætismaður við ísraelskar miðlar - eitt nú Channel 12 og sjónvarpsstøðina KAN, skriva Reuters og Times of Israel.
Ógreitt er, um sendinevndin fer til Katar í dag ella í morgin.
Fráboðanin kemur ein dag eftir, at hernaðarrørslan Hamas segði seg vera positiva um eitt vápnahvíldaruppskot, sum hon hevði fingið fram.
Hamas segði eisini, at rørslan er til reiðar at fara undir beinleiðis samráðingar um vápnahvíld.
Katar er miðlari í samráðingunum saman við Egyptalandi og USA.
Mikudagin segði amerikanski forsetin, Donald Trump, at Ísrael hevur góðtikið fleiri treytir, sum skuldu takast við í framtíðar avtalu um 60 daga vápnahvíld í Gaza.
Hetta hevur Ísrael tó ikki váttað.
/Ritzau/