Claus vann aftur

Blackpool spældi leygardagin ímóti Crewe í triðbestu ensku fótbóltsdeildini. Blackpool hevði munin í dystinum og vann 2-1. Í hálvleikinum var støðan 1-0 til Blackpool, og tá ið Crewe skoraði stutt fyri leiklok, hevði Blackpool gjørt sítt annað mál í dystinum, og tá var sigurin vissur. Claus Bech Jørgensen spældi allan dystin við á liðnum hjá Blackpool, sum liggur á sætta plássi í Legaue One og framvegis hevur møguleikan at vinna sær uppflyting.