Hósdagin framførdi Cliff Richard á Summar Festivalinum í Klaksvík, og úr Føroyum fór hann til Danmarkar at hava konsert í Vejle.
Leygardagin fekk hann boð um, at systur hansara, Donna Goulden, sum hann hevði eitt tætt samband við, var deyð. Hon hevur verið sjúk í longri tíð og doyði leygardagin 73 ára gomul.
Donna Goulden plagdi at skriva tekstir á nýggjum amerikanskum poppsangum niður fyri Cliff, so hann kundi spæla sangirnar saman við bólki sínum The Drifters. Tey varðveittu eitt gott og tætt samband gjøgnum lívið.
Tony Rivers, sum hevur spælt nógv saman við Cliff Richard, skrivar á Facebook, at hetta hevur verið eitt sera tungt ár hjá Cliff Richard. Hann hevur verið illa órógvaður av skuldsetingum um kynsligan ágang, men varð reinsaður fyri allar skuldsetingar. Og júst sum hann var komin fyri seg aftur, doyði systur hansara.
Cliff Richard er farin til London fyri at luttaka í jarðarferðini av systur sínari.