Cool og læruríkt

Sjey føroyskar gentur eru farnar til Danmarkar at ganga í skúla í eitt hálvt ár. Tær eru langt heimanífrá, men hava tó hvørja aðra, tá ið á stendur
Skrivað greinina hevur Annette Grant. Føroyskað hevur næmingurin Elsebeth Davidsen

Bára Skúvadal hevði í tvey ár arbeitt á fiskavirkinum i Vestmanna. Hon visti ikki heilt, hvat hon vildi vera, tá ið hon einaferð fór undir eina útbúgving, og tí hugsaði hon, at tað hevði verið gott at koma burtur frá øllum, og síðani hugsa um, hvat hon vildi. Hon helt, at eitt hálvt ár heimanifrá ella so hevði verið gott.
Tá ið hon so setti seg niður at hugsa um, hvar leiðin skuldi ganga, fall valið á Danmark. Hon hevði eina vinkonu í Vestmanna, sum nýliga hevði gingið á einum skúla niðri. Tað var ein húsarhaldsskúli, kallaður Linieskolen, sum liggur i Hadsten, nær við Århus. Hon hevði fortalt nógv gott um skúlan fyri Báru, og Bára helt, at hesin skúlin ljóðaði frálíkur.
Hon visti tó, at júst hesin skúlin var kendur fyri at hava nógvar føroyingar á skúlanum, og hettar fekk Báru at ivast eitt sindur. Hvat um hon so bara fór at vera saman við føroysku næmingunum, og ikki teimum donsku, og av tí sama ikki fór at læra tað danska málið eins væl og hon vildi, tí hettar var ein av orsøkunum til, at hon valdi Danmark. Men tað skuldi vísa seg, at hon als einki hevði at stúra fyri.
Valdu rættan skúla
Sum er búgva sjey føroyskir næmingar á Linieskúlanum. Ein av teimum er Elsebeth Davidsen úr Sørvági. Tær báðar, Bára og Elsebeth, fortelja báðar, at tær eru sera nógv saman við teimum donsku næmingunum.
- Eg búgva saman við einari danskari gentu. Hana tosi eg nógv við. Vit brúka nógva tíð uppá bara sita á kamarinum og práta, og av tí sama læri eg málið betur, fortelur 16 ára gamla Elsebeth. Hon sær tað sum nakað gott og positivt, at har eru aðrir føroyingar á skúlanum.
- Í fyrstuni var tað ótrúliga gott. Eg rokni við, at eg hevði verið ógvuliga smæðin, um eg var einsamallur føroyingur. Og so er tað eisini gott at sleppa at tosa føroyskt av og á. Tað er strævið at næstan alla tíðina at skula tosa danskt, sigur hon.
Í frítíðini er hon ikki so nógv saman við teimum føroysku næmingunum. Men um henni leingist heim ella hevur trupulleikar, eru tað tó føroyingarnar, ið hon heldur seg til, tí at teir skilja hana betur enn danskararnir gera, heldur hon. Og tað sama sigur Bára. Í dag er hon ógvuliga glað fyri, at hon valdi ein skúla við fleiri føroyskum næmingum, tí "so kunnu vit tosa um alt tað, vit upplivdu saman her niðri einaferð, tá ið vit koma aftur til Føroyar," sigur hon.
Læra í bíðitíðini
Bára og Elsebeth hava nú verið á Linieskúlanum í knappar tveir mánaðir. Longu nú eru tær báðar nógv stinnari í tí danska, enn tær vóru frammanundan. Og tað var eisini eitt av endamálunum við at fara á skúlan. "Kanska eg fái mær útbúgving niðri," sigur Elsebeth, sum droymir um at arbeiða við fólki. Eitt nú kundi tað verið spennandi at lisið til lækna, men "lat okkum nú fáa at síggja, hvussu verður."
Á skúlanum hevur hon valt at læra seg meira av teimum kreativu lærugreinunum sum t.d keramikk, seyming og tónleik. Tað er so ikki nakað, hon ætlar at liva av seinni í lívinum, men tað er gott at hava sum frítíðarítriv. Beint eftir at hon var liðug við 10. flokk í Sørvágs skúla, hevði hon brúk fyri einari pausu frá skúlatingum.
- Her hava vit møguleika fyri sjálvi at velja, hvørjar lærugreinir, ið vit vilja hava. Tað merkir so eisini, at eg tími nógv betur at gera okkurt við tað. Og samstundis fái eg eina pausu at hugsa um, hvat eg so veruliga vil seinni, og eftir uppihaldið her, sigur Elsebeth.
Bára er meira ein "sporty-kind". Á hennara tímatalvu stendur ríðing, svimjing, renn-teg-glaðan, kroppur og ítróttur og frítíðarlív.
Leingjast heim
Linieskúlin liggur sum sagt í Hadsten, nær við stórbýin Århus. Hettar merkir handlar, biografar og eina ørgrynnu av møguleikum.
- Í fyrstuni brúkti eg nógvar pengar upp á klæðir. Har vóru jú so nógvir handlar, men tað er tíbetur hildid uppat nú, sigur Elsebeth.
- Man lærir at vera nógv meir sjálvbjargin her. Tá ið øll klæðini hjá tær eru skitin er tað øgiliga forargiligt, tá ið allar vaskimaskin-urnar eru upptiknar, sigur Bára.
Í heystferiuni fara allar tær føroysku genturnar heim í eina viku. Tað gleða tær seg nógv til. Tí ímeðan tær hava verið her niðri, hava tær eisini latið eyguni upp fyri virðum heima.
- Man sær veruliga, hvussu gott man hevur tað heima, sigur Bára. Eg var so troytt av at eta fisk fleiri ferðir um vikuna har heima, men nú sakni eg tað. Eg var eisini eitt sindur móð av at vera saman við teimum somu fólkunum hvønn dag, men nú sakni eg tey nógv, og gleði meg nógv at síggja tey øll aftur," sigur Elsebeth.