Coolio á konsert

Rapparin Coolio, 44, sum kemur til Føroyar í næstu viku og skal spæla í Høllini á Hálsi í næstu viku, fekk sera góð skoðsmál, tá hann framførdi í Keypmannahavn mánakvøldið. Rapparin Coolio, 44, sum kemur til Føroyar í næstu viku og skal spæla í Høllini á Hálsi í næstu viku, fekk sera góð skoðsmál, tá hann framførdi í Keypmannahavn mánakvøldið.

 

Tað var danska útvarpsrásin The Voice, ið skipaði fyri tiltakinum í Keypmannahavn mánakvøldið. Umframt Coolio framførdi aktuelli Jean Kingston, sum í løtuni hittar við lagnum ?Beautiful Girls?. Men sambært einum umboðsmanni, sum byin.fo prátaði við eftir tiltakið, hevði Coolio bestu framførsluna. Áhoyrararnir gingu heilt amokk, tá ið Coolio rappaði - serliga tá amerikanski rapparin framførdi klassikaran ?Gangsta?s Paradise?.

 

Atgongumerki til konsertina í Havn í Høllini á Hálsi kosta 350 krónur stk. Atgongumerkjasølan byrjar í vikuni ? og ert tú Kall kundi, kanst tú ogna tær atgongumerki fyri bert 125,- kr. í Kall-handlunum kring landið.

Afturat Coolio fer Crystal Waters, 42, eisini á pall hetta kvøldið. Crystal Waters er serliga kend fyri lagið ?Gypsy Woman?, ið hittaði stórt fyrst í 90-árunum, og nú eisini við aktuella lagnum ?Destination Calibra?.