Copenhagen Fashion Week byrjaði í dag
Á middegi í dag varð hol sett á hálvárliga tiltakið »Copenhagen Fashion Week«. Hesuferð er tað vár og summarmótin fyri 2012, sum er at síggja.
Av føroyskum sniðgevum er tað bara Barbara í Gongini, sum luttekur, og hon hevur ikki nakað stórt mótashow, men einans eitt Showroom, har klæðini verða sýnd fram á akslatrøum heldur enn á modellum, sum ganga mótasýning. Hetta er í einum hølum, har aðrir sniðgevar við avantgarde stíli eisini eru.
Aðrir føroyskir sniðgevar, sum áður hava verið við eru Guðrun & Guðrun og Beinta Poulsen við merkinum Soulmade, sum tó ikki eru við á hesum sinni.
Eisini fleiri av stóru merkjunum hava vent Keypmannahavnsku mótavikuni bakið, og hava í staðin leitað sær til Stockholm og Paris. Tað eru tó yvir 2603 ymisk merki við, harav ein stórur partur ikki er úr Danmark.
Enn er nakað tíðliga at siga nakað um mótan komandi vár, eftisum fyrsta sýningin var kl 12 føroyska tíð.