Sjúkan, ið stendst av coronavirus, hevur nú fingið navnið Covid-19.
Vísindafólk, sum hava granska sjúkuna, hava ynskt, at sjúkan, sum stendst av virusinum, fekk egið navn, soleiðis at ongar misskiljingar stóðust í samskiftinum, og heilsustovnurin hjá ST, WHO, hevur nú boðað frá, at sjúkan eitur Covid-19.
Navnið er ein saman seting av orðunum "corona", "virus" og "disease", sum er enska orðið fyri sjúka. Talið "19" vísir til 2019, tá smittan varð funnin.
Orðið coronavirus er felagsheiti fyri eitt slag av virus, og tí var neyðugt við einum navni, sum vísti beinleiðis til nýggju sjúkuna, sum altso stendst av seinasta slagnum av coronavirus.
Tedros Adhanom Ghenreyesus, stjórin fyri WHO, gjørdi á tíðindafundi í Geneve í dag greitt, at neyðugt var við einum navni, ið ikki sipaði til landafrøðiligt øki, djóraslag ella fólkabólk, men sum eisini skuldi vera lætt at úttala.
– Navnið hevur týdning, soleiðis at onnur nøvn ikki verða brúkt, sum kunnu vera misvísandi ella stigmatiserandi, segði Tedros Adhanom Ghenreyesus.
Nýggja sjúkunavnið kemur, samstundis sum talið á deyðum av sjúkuni er farið upp um 1000, og talið á smittaðum í Kina er farið upp um 42,000.