Costa byrjaði við máli

Diego Costa vísti vegin, tá Chelsea vendi hóttandi tapi til sigur

Móti Burnley var Chelsea greiður favorittur, tá Mourinho og hansara menn í kvøld spældu sín fyrsta dyst hetta kappingarárið í Premier League.

 

Men tað var Burnley, sum legði betur fyri, og dysturin var bara lítið korter gamal, tá Scott Arfiel setti bóltin í netið aftan fyri Thibaut Courtois, sum stóð í málinum hjá Chelsea, meðan Petr Cech sat á beinkinum.

 

Chelsea hevur keypt væl inn í summar, og meðan Cesc Fabregas vísti stórspæl á miðvøllinum, so prógvaði Diego Costa, at hann kann verða maðurin, sum skjýtur avgerandi málini fyri Chelsea í ár.

 

Costa javnaði til 1-1, tá hann var fyrstur á returbólti, og undan steðginum høvdu Andre Schürrle og Branislav Ivanovic skotið hvør sítt mál.

 

3-1 gjørdist eisini endaliga støðan, og hetta lætti ivaleyst eitt sindur um trýstið á Chelsea, har tey hava sum avgjørt mál, at Mourinho og hansara menn skulu vinna meistaraheitið, sum seinnu árini hevur hildið til í Manchester.