Norrøna ger aftur í ár vælumtókta countrytúrin, men hesaferð eru broytingar gjørdar, so at dygdin er í hásæti.
- Tað eru bert góð nøvn á skránni. Vit hava áður havt nógv nøvn á lepanum, men í ár valdu vit at satsa uppá dygd og at velja út. Vit hava eitt einstakt høvuðsnavn og so nøkur góð føroysk nøvn afturat. Umframt hetta verður skipað fyri tiltøkum umborð, so sum line-dansi og kareokee kapping. Túrurin er betri skipaður og fólk fáa eina skrá, tá tey koma umborð, sigur Jákup Sverri Kass.
Høvuðsnavnið er norska country-stjørnan Bjøro Håland, ið føroyingar kenna væl. Harafturat fara Karl Martin Samuelsn og Eyðun Nolsøe (hann úr Hjarnum, blðm.) at framføra tónleik hjá The Eagles, eins og Magni Christiansen framførir tónleik hjá Allan Jackson. Driv og Countrybólkurin úr Klaksvík syrgja fyri dansitónleiki langt út á náttina.
Norrøna fer av Havnini 25. juni á countrytúrin í ár.