Seinni dagurin á Countryfestivalinum verður í Sørvági í dag. Fyrr í dag var morgunmatur í húsinum hjá 07 Vestur, og fyrsta konsertin verður klokkan 20 í kvøld.
Í kvøld spælir høvuðsnavnið Bellamy Brothers. Amerikanski countrybólkurin, sum hevur stóra undirtøku í Føroyum, fer á pallin klokkan 22. Teir eru komnir til landið, og á myndini síggjast teir saman við vinmaninum Allani Samuelsen, sum tók ímóti teimum á flogvøllinum.
Í kvøld ber eisini til at hoyra nøvn sum Hallur Joensen, Herborg Torkilsdóttir, Magna Christiansen, Hans Jacob & Vinmenn og Fourmehn.
Seinasta konsertin verður klokkan 02 í nátt.