Covid-19: Ísland er í undantaksstøðu

Leygardagin setti íslendska stjórnin skerpað tiltøk í verk í royndini at berja niður smittu, og avmarkingarnar eru fyribils galdandi fram til hin 2. februar.

Smittutølini í Ísland eru nú oman fyri 1000 um dagin, og landið er í sínari fjórðu smittubylgju, síðan koronu-farsóttin tók seg upp á vári í 2020.

 

Seinastu 14 dagarnar hevur smittutrýstið fyri hvørjar 100.000 íbúgvar ligið á 3.926 um dagin.

 

Fríggjadagin vórðu skrásettir 1.221 nýggir koronu-tilburðir í landinum, og alla síðstu viku lá talið av nýggjum smittutilburðum oman fyri 1000 um dagin.

 

Samlaða talið av smittaðum í Íslandi fríggjadagin var 44.974. 43 eru innløgd á íslendskum sjúkrahúsum, harav átta fólk lógu á intensivari deild.

 

Landið er í hægstu tilbúgving, hvat koronu viðvíkur. 

 

Síðan á nýggjárinum hava fýra deyðsføll verið í Íslandi í samband við koronu. Tríggir menn, sum vóru 90 ár og eldri og ein 20 ára gamal maður eru deyðir við ella av koronu.

 

Leygardagin setti íslendska stjórnin skerpað tiltøk í verk í royndini at berja niður smittu, og avmarkingarnar eru fyribils galdandi fram til hin 2. februar.