Cristiano Ronaldo verður tøkur til finaluna í Champions League, hóast hann meiðslaði sær fótin og bleiv útskiftur móti FC Barcelona. Venjarin hjá Real Madrid boðar eisini frá, at aðrir spælarar verða klárir.
Les eisini: Cristiano Ronaldo skaddur
- Teir verða allir klárir. Cristiano Ronaldo, Isco og Dani Carvajal. Tað er 150 prosent vist, sigur Zinedine Zidane, venjari hjá Real Madrid, á tíðindafundi í dag.
Cristiano Ronaldo bleiv sunnudagin skiftur út í hálvleikinum í El Clasico móti FC Barcelona. Hann bleiv taklaður á fótin, tá hann heilt tætt undir málinum fekk prikað bóltin um málstrikuna, áðrenn Gerard Pique kom sendandi við eini takling.
Real Madrid skal 26. mai spæla móti Liverpool í Champions League finaluni, sum verður í Kiev í Ukraina.