Koreanski stórleikarin, Heung-Min Son hevur verið ein fantastiskur leikari fyri Tottenham og fyri Premier League. Tað vilja tey allarflestu viðurkenna, men tað eru tíverri altíð nøkur keðilig og neilig undantøk.
Í heimadystinum hjá Tottenham móti Crystal Palace 6. mai rópti ein Crystal Palace fjeppari rasistisk ókvæmisorð móti Heung-Min Son.
Hetta hevur fingið harðar avleiðingar fyri hendan ófantaliga Crystal Palace fjepparan.
Premier League skrivaði á X (Fyrrverandi Twitter) ígjár: - Premier League fegnast um, at tann persónurin sum niðraði Heung-Min Son við rasistiskum ókvæmisorðum hevur fingið eitt bann upp á trý frá øllum fótbólti. Tað hevur stóran týdning, at tey sum fremja slíkan niðrandi atburð vera drigin til svars, og hendan revsingin sendir eini greið boð um, at tað verður gjørt nakað við slíkan atburð, og hetta fær avleiðingar. Skrivar Premier League á X.