Dokumentarsendirøðin “The Evolution of Us” bleiv tøk á stroymingstænastuni, Netflix, í hesum mánaðinum. Í sendirøðini eru tveir partar, har granskarar royna at skilja menningina hjá okkum menniskjum í mun til genetikk o.a.
Í hesum sambandi hava tey leitað sær til Føroya fyri at hoyra nærri um CTD sjúkuna, sum í serligan mun hevur verið at sæð í Føroyum.
Her hitta tey føroyska Frans Jensen, sum er berari av CTD sjúkuni. Hann fekk staðfest sjúkuna dagin eftir, beiggi hansara doyði av sjúkuni í 2007. Hann fortelur í sendingini, hvussu sjúkan hevur ávirkað hann og familju hansara. Bæði foreldur hansara vóru berarar av sjúkuni, og tað er kona hansara eisini, so dóttir teirra er eisini sjúk.
Dokumentarsendirøðin "The Evolution of Us" er frá 2016, og viðvíkjandi umrøðuni av CTD í føroyum er talan bert um eitt lítið innslag uppá fýra minuttir.
Til ber at síggja sendingina her, og tað krevur, at tú hevur brúkara til Netflix.